[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Te

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein koppur av te. Te er serstakur drykkur traktaður av turkaðum tebløðum.

Te er ein drykkur, sum er gjørdur av te-plantuni. Te-planturnar koma upprunaliga úr Eystur- og Suðurásia. Har hava tey drukkið te líka síðan 1000 ár fyri Krist. Orsaka av leskiliga smakkinum og grøðandi eginleikunum, varð te úflutt til Evropa og nógvar aðrar heimspartar. Í Stóra Bretlandi, sum er kent fyri sínar millummála te-tíðir, gjørdist te'ið vanligt fyrst í 19. øld. Tað finnast nógv ymisk sløg av te; summi av hesum eru t.d. svart, grønt, oolong, hvítt, urta, krydd og rooibos te. Svart te, t.d. Typhoo- og Tetley-te, er tað, vit vanliga finna í handlunum í Føroyum. Dømi eru Earl Grey og English Breakfast te. Herbal-te er eisini væl umtókt fyri tann sterka fruktsmakk, til dømis sitrón-, fersku- og jarðberjasmakk. Í Herbal-te'i er einki koffein í. Í USA er tað sera væl umtókt at drekka kalt te: íste. Grønt te frá Bláu fjøllunum í Kina hevur í 1000 ár verðið brúkt í tí kinesiska heiminum sum ein nattúrlig viðgerð fyri at betra heilsuna, gera húðina sunna og at geva eyka orku.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]