[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Fólkatrúgv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fólkatrúgv (Sí pátrúgv) eru yvirnatúruligar ímyndir og heimsáskoðanir, sum eru varðveittar við manna munni.

Í føroyskari fólkatrúgv, hevur man trúð ymiskum yvirnattúrligum, so sum gandi, evnum at leggja niður sjógv, v.m. Eisini hevur verið trúð uppá yvirnatúrligar skapningar og verur, sum í stóran mun er knýtt at staðarnøvnum og er í søgnum. Pátrúgvin hevur verið tætt knýtt at kristnu trúnni, sum gerst sjónligt í søgnini um Sjódreygilin ella Marmennilin, sum krossur var ristur í, ella blivu signaðir. Eisini er kristnatrúgvin væl kend í frásøgnum um huldufólk, sum m.a. ikki kundu koma inn á kirkjugarðar ella trøll, sum ikki toldu at síggja kirkjuna.

Eisini hava spøkilsissøgur verið sagdar, har fólk hava havt fráboðanir frá fólki í hamferð. Summar familjur søgdust serliga at hava serlig evnir til at síggja og hoyra ymiskt yvirnatúrligt, sum var fjalt fyri øðrum[1].

Yvirnatúruligar verur

[rætta | rætta wikitekst]

Staðarnøvn knýtt at yvirnatúrligum verum og sagnum (úrval)

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Beder, Torkil & Erling Poulsen (1995). Mangt er millum himmal og jørð. Bókadeild Føroya Lærarafelag. Tórshavn.