[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Kollafjørður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kollafjørður
Kollefjord (danskt)
Bygd
Kollafjørður
Kollafjørður
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Tórshavnar kommuna
Íbúgvar 1.010 (2021)[1]
Postnummur FO-410
Markatal -

Kollafjørður er djúpur fjørður á eystursíðuni á Streymoynni. Kollafjørður er eisini navnið á bygdini. Á suðursíðuni á fjørðinum eru býlingarnir Signabøur og inni móti fjarðarbotninum Oyrareingir. Á suðursíðuni eru hesi støð: Úti á Sperm, Suðuri í Bø, á Signabø. Markið millum Signabø og Oyrareingir er Tryggjaðaráin. So koma vit til Oyrareingir v.m.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Kirkjan.

Kollafjørður verður ofta róptur landsins longsta bygd. Av Signabø og norður í Sund eru 8,5 km. Tá er strekkið við Kollfjarðardal av Hólmanum og fram á Hvilvt ikki íroknað. Hetta strekkið er 3 km. Fjørðurin sjálvur, sum bygdin ber navnið eftir, er 4,5 km innan av Hólma og út á Kjalnestanga. Kollafjørður er 51 merkur, sum svarar til 38 km2. Tær 50 merkurnar eru landsjørð, meðan bert tann eina er ogn. Hagin ber umleið 1500 seyðir. Bert ein av bóndagørðunum hava mjólkneyt - eini 80 mjólkneyt tilsamans – frammi í Dal.

Norðan fyri Kjalnes út móti Tangafirði er býlingurin Norðuri í Sundum. Kollafjørður verður roknaður upp í Norðurstreymoy, men hoyrir nú til Tórshavnar kommunu. Hon var fyrr deild í fleiri býlingar, men er nú mestsum samanbygd. Nakrir av býlingunum eru: á Langasandi, við Kópastein, á Lygnnesi, í Líðini, við Sjógv, í Homrum, á Todnesi, á Miðgerði, á Kjalnesi og norðuri í Sundum.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]
Kollur, barnaróður dreingir, 5-mannafar.

Í Kollafirði er eitt ítróttarfelag, sum eitur KÍF, tað er stytting fyri Kollafjarðar Ítróttarfelag. KÍF íðkar hondbólt, flogbólt og kappróður.[2]

Triðja hvørt ár er stevna við FM kappróðri í Kollafirði.[3] Henda stevna verður nevnd Sundalagsstevna. Hinar bygdirnar, sum skiftast til at hasa Sundalagsstevnuna eru Hósvík og Hvalvík.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. Hagstova.fo
  2. ISF.fo, Kollafjarðar Ítróttarfelag
  3. Torshavn.fo, Sundalagsstevna

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 62°7′3.36″N 6°54′11.88″W / 62.1176000°N 6.9033000°W / 62.1176000; -6.9033000