Hervør Pálsdóttir
Hervør Pálsdóttir (fødd 26. november 1995), føroyskur politikari, vald í løgtingið fyri Tjóðveldi í 2019. Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2022. Flokkurin fór í samgongu, og tí gjørdist hon næstforkvinna í flokkinum, meðan Sirið Stenberg røkir landsstýrissessin. Hervør er forkvinna í rættarnevndini.[1][2]
Hon hevur verið limur í Unga tjóðveldinum og røkt sessin, sum forkvinna í felagnum. Somuleiðis hevur hon verið forkvinna í meginfelagsskapinum Sosialistiskum Ungdómi í Norðurlondum. Hon hevur eisini verið virkin í veðurlagsmálum og fosturtøkumálinum.
Hon búði síni fyrstu ár á Kambsdali og flutti tvey ára gomul til Havnar at búgva. Hon flutti til Gøtu eftir 10. flokk og gekk í studentaskúla á Kambsdali. Síðan flutti hon aftur til Havnar og las stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Abbi hennara í móðurætt var Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari í norðurlendskum málum, og langabbin, Niels Winther Poulsen, var løgtings- og landsstýrismaður. Omma hennara Birna Patursson var abbadóttir Jóannes Patursson. Erlendur Patursson, sum var ein teirra, sum stovnaði tjóðveldisflokkin, var langabbabeiggi hennara.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Hervør Pálsdóttir, logting.fo
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hervør Pálsdóttir, logting.fo
- ↑ Rættarnevndin, logting.fo