[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Kaving

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kavaraútgerð.

Kavarar kanna undirsjóvarheimin so langt, sum niður slepst. Kavarar fóru tíðliga í tíðini at nýta kavarakúpu til vísindaliga gransking í sjónum. Kúpurnar vóru smáar, fyltar við luft og loraðar niður í dýpi. Fáar metrar undir vatnskorpuni eru hugtakandi sjódjór, marglitt koralriv og løgnir kneysar. Í havbotninum eru skipsvrak, summi hava ligið har í øldir. Í summum vrakum eru myntir, pottar og annað, ið sigur frá umstøðunum hjá fólki tá á døgum. Kavarar kunnu eisini arbeiða undir kavi. Teir umvæla bygningar undir kavi, til dømis boripallar, og granska lívið á havbotninum. Ikki er púra vandaleyst at kava, og kavari má halda strangar trygdarreglur.

So djúpt er niður á botn í djúphøvum, at hagar slepst bara í kavbáti.

Kavaraútgerð

[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið vit kava á grunnum vatni, halda vit ondini og svimja undir vatni, men vit fáa ikki verið ov leingi undir í senn. Tað kann kavari, tí hann hevur luftfløsku hjá sær. Andingartólið hjá kavara er luftfløska við trýststillandi slangu og ventili, haðandi luft fer upp í munnstykkið. Luftin í fløskuni er nógv samantrýst, tí kavarin fær ikki andað uttan so, at sama trýst er í luftini sum í sjónum uttan um hann. Ventilurin á munnstykkinum ger, at trýstið er soleiðis, at kavarin fær andað. Serútgjørdur kavari kann í mesta lagi kava niður á umleið 500 m dýpi. Ílatin kavarabrynju ber til at kava djúpari og vera longur undir, og hon forðar vandamiklu kavarasjúkuni. Brynjan fjalir allan kroppin, og innan í henni er vanligt lufttrýst, so kavarin andar reint súrevni úr súrevnisfløskum. Hann andar við andingartóli ella kavaralunga og er latin í vátbúna, ið heldur kropshitanum. Djúpari vit fara, meiri søkka vit, og tí er kavari í flotvesti, sum ber honum uppi. Har, ið djúpari er, verður kavað við kavbáti.

Kavingarstøð

[rætta | rætta wikitekst]
Palau.

Í Kyrrahavsoyggjum, Kalifornia, Avstralia og Karibia eru fleiri góð kavingarpláss.

Kavingarstøð í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]
Suðuroy.
Nógvur krabbi er í Elduvík.

Hitalagið í sjónum og luftini er sera lýtt, hóast Føroyar liggja so norðarlaga. Hitin í sjónum liggur millum 4 og 11 °C, alt eftir árstíðini. Havið kring Føroyar sigst vera eitt hitt reinasta í verðini, og kring oyggjarnar eru hópin av góðum og vøkrum plássum at kava. Besta sýnið er í tíðarskeiðnum frá oktober til februar. Um summarið økist framleiðslan av plantuæti, og tí er sýnið ikki av tí besta. Sýnið er tó sera ymiskt og verður í mesta lagi 15 til 20 m um summarið. Í vetrarhálvuni kann Sýnið verða heilar 30 m, og miðalhitin í sjónum liggur um 6 °C.

  • Heljareygað og taraskógurin, Hoyvík. Í helluni Heljareygað er eitt op í sjálvari helluni við stórari holu undir vatnskorpuni. Opið er 1,5 m í tvørmáli og er fjalt við tara. Sera gott stað til náttarkav. Verður kavað í myrkri, er ofta mureldur í sjónum. Ljósi úr erva skapar eina hugtaknadi pallmynd. Uttanfyri holuna sært tú stóran tarðaskóg, sandbotn og stórar klettar. Djóralívið er ríkt við einum hópi av fiskayngli, krabbum, sniglum, rækjum og øðum. Hendinga høgguslokkur sæst eisini.
  • Lincoln City, Tórshavn. Bretski trolarin Lincoln City, sakk undir Seinna heimsbardaga út fyri Havnar Vág, tá týskt flogfar slepti bumbur niður yvir hann. Seinni er vrakið reinsað fyri krút og sprongt í smærri stykkir. Skipsvrakið er nú uml. 6 metrar til hæddar og liggur á einum sandheyggi um 100 metrar úr molahøvdanum mótvegis Argjalandinum. Neyðugt er at kava úr báti fyri at koma til vrakið. Vrakið liggur líkasum í tveimum, ein sunnari partur og ein norðari. Vrakið er sera illa farið, tó ber til at síggja nakrar plátur stinga seg einar 6 m upp frá botninum.
  • Taravøkstur, Hvítanes. Havbotnurin á hesi leiðini er grýtutur, og har er taraskógur við fjølbroyttum djóra- og plantulívi. Sunnantil á víkini er basaltveggur.
  • Kjalnes. Eitt frálíkt stað at kava í so gott sum øllum veðri.
  • Tjørnuvík. Tari og grót er á sandbotninum, og nakrar áhugaverdar gjáir eru við endan á molanum. Her sært tú ofta steinbít, taskukrabba og havtasku. Í víkini er bæði sandbotnur og steinbotnur.
  • Triumfbogin, Lærgjógv. Triumfbogin er ein hola í bergvegginum, sum tú kanst svimja ígjøgnum. Heiti Triumfbogin er einans kent og nýtt millum kavarar. Á vegginum í holuni er litfagurt lív. Gjøgnum tvey hol í grótloftinum kagar sólin niður á sjógvin. Í ringum veðri verður frárátt óroyndum kavarum at kava, tí tá er súgur.
  • Æðuvík. Í Æðuvík, sunnast á Eysturoynni, er náttúruhavn. Dýpið er 10 m og berg er á báðumegin. Uttanfyri munnan eru stórir klettar og eitt fjølbroytt dýra- og plantulív.
  • Krabbi, Elduvík. Í Elduvík eru fleiri møguleikar at kava. Ein er at fara út í við lendingina í bygdini, annar møguleiki er at fara út í við lendingina i gjónni. Botnurin er flatur við stórum klettum og rennum.
  • Rinkusteinar, Oyndarfjørður. Rinkusteinar eru tveir stórir klettar, har tann eini enn rinkar, meðan hin er bundin av tveimum steinum, sum eru kominr at standa fyri. Søgnin sigur, at steinarnir eru tvey sjórænaraskip.
  • Vrak, Flesin.
  • Gróthústangi, Leitisvatn. Eitt øðrvísi og áhugavert kav er í Leitisvatni, við Gróthústanga. Her hevur tú møguleika at síggja lutir av flogfari frá Seinna veraldarbardaga.
  • Miðvágur. Kavað verður á sunnaru síðu á fjørðinum.
  • Øravík. Vatnið er reint og havbotnurin taravaksin.
  • Tjaldavík. Nakað úti á firðinum, uttan fyri Øravík, er víkin Tjaldavík.
  • Langaskel, á Økrum. Suðuri á Økrum er frálíkt at kava. Her er nógv langaskel. Plássið er ómetaliga vakurt, og tú svimur millum stórar klettar í einum fjøltáttaðum taraumhvørvi. Ert tú heppin, sæst eisini toskur og onnur fiskasløg. Søgnin sigur, at eitt skip úr Vesturindiu gekk burtur á hesum leiðum.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið