[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Berbaraleyva

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Berbaraleyva - Nubialeyva - Atlasleyva
Berbaraleyva í Algeria, fotograferað av Sir Alfred Edward Pease uml. 1893
Berbaraleyva í Algeria, fotograferað av Sir Alfred Edward Pease uml. 1893

Extinct in the wild
Varðveitingarstøða
Útdeytt í villini mørk
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Felidae
Slekt: Panthera
Linnaeus, 1758
Slag: P. leo
Undirslag: P. l. leo

Berbaraleyva (latín Panthera leo leo) eisini kend sum Nubialeyva ella Atlasleyva, er eitt undirslag av levyum ið áður livdu í Norðurafrika frá Marokko til Egyptalands. Síðsta berbaraleyvan ið livdi í villini náttúru varð skotin í Atlasfjøllunum í 1922. Nú liva færri enn 100 eftir í fangilsi, harav uml. 40 í Europa.

Skyldskapur við asiatiska leyvu

[rætta | rætta wikitekst]

Kanningar í 1968 av skøltum av norðurafrikonskum berbaraleyvum, asiatiskum leyvum, útdeyðum kappleyvum o.ø. afrikonskum leyvum vístu at nøkur sereyðkenni vóru felags fyri berbaralevyuna og asiatisku levyvuna. Hetta vísir at tað kanska er tættur skyldskapur millum norðurafrikansku leyvuna og asiatisku leyvuna. Onkur hevur eisini skotið upp at suðureuropeiska leyvan ið doyði út uml. ár 80-100 f.kr., var "bindiliðið" millum norðurafrikansku og asiatisku leyvuna.

Berbaraleyvu verkætlanin

[rætta | rætta wikitekst]

Ein bjartskygd verkætlan ið nevnist The Barbary Lion Project sum WildLink International í samstarvi við Oxford University stendur fyri, arbeiðir við at bæði varðveita og at økja um talið av berbaraleyvum, sum síðan skulu sleppast leysar í einum tjóðargarði í Atlasfjøllunum í Marokko einaferð í framtíðini.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið