[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/

Sum perlur drignar á 3.200 kilometra langan tráð liggja tropuoyggjarnar millum Meksiko og Venesuela. Hetta eru Karibiaoyggjar ella Vesturindiaoyggjar. Summar oyggjarnar eru bara smáir, óbygdir hólmar, ella korallriv; aðrar eru stórar og tættbygdir. Karibiaoyggjar eru mark millum tað 1.920.000 km2 stóra Karibiahav og Atlantshav. Størsta dýpið í Karibiahavi er næstan 7.000 m. Havið er umgyrt av Norður-, Mið- og Suðuramerika.

Karibiakort.

Í Karibia eru 25 ymisk lond. Kuba er størsta ríkið, har búgva 11 milliónir fólk. Hóast hvørt landið hevur sína serstøku mentan, so líkjast karibisku londini á nógvum økjum. Fyri 200-300 árum síðan høvdu lond í Evropa leingi ræðið á øllum hesum oyggjunum. Trælir vórðu fluttir úr Afrika til Karibia og noyddir at dyrka sukurrør í lundum hjá evropearunum. Sukurrør vaksa væl og skjótt í tí vátliga, lýggja veðurlagnum. Eisini Danmark hevði stórt gagn av hesum - tríggjar Vesturindiaoyggjar vóru undir donskum valdi heilt til í 1917. Meginparturin av fólkinum á Karibiaoyggjum er ættaður frá afrikonsku trælunum.

Í 1492 kom spanski rannsóknarmaðurin Kristoffur Kolumbus (1451-1505) við monnum sínum sum fyrstu evropearar til Karibia. Á nógvum oyggjum búðu ymisk indiánafólk. Mangir evropearar komu seinni og fóru at trælka indiánarnar. Noktaðu teir at arbeiða, vórðu teir dripnir. Nú eru bara tveir smáir ættbólkar eftir av upprunafólkinum í øllum Karibia.

Karibiaoyggjar eru hugtakandi vakrar og fruktagóðar, har eru nógvir litfagrir fuglar, langir sandar og nógv sól. Økið dregur ferðafólk úr øllum heiminum at sær. Hetta gevur nógvum fólki arbeiði. Ferðafólkavinnan er størsta inntøkan á nógvum oyggjum har. Fólkið á oyggjunum Martinique og Guadeloupe hava nógv samband við Frakland. Tey tosa franskt, nýta franskan frank sum gjaldoyra, nýta franska flaggið og halda franskar hátíðardagar. Aðrar oyggjar eru bundnar at Bretlandi, Hálendi, Russlandi og USA. Haðandi fáa tey bæði politiskan og fíggjarligan stuðul.

Størri helmingurin av karibum er búnaðarfólk. Mong arbeiða hjá góðseigarum, ið dyrka til dømis sukur og kaffi. Nøkur eiga sær ein lítlan teig, so tey kunnu dyrka grønmeti til sín sjálvs ella at selja á torginum. Upprunaligir karibiskir bygningar eru málaðir við glógvandi litum. Eins og byggihættir eru tónleikur, bókmentir, list og matsiðir ein framúr góður blandingur av evropeiskum og afrikonskum stíli.

Stóru oyggjarnar millum Kuba og Puerto Riko (US) nevnast Stóru Antilloyggjar. Eystanfyri liggja Smáu Antilloyggjar, har tær smáu oyggjarnar millum Jomfrúoyggjar og Dominika nevnast Læoyggjar. Og oyggjarnar suður úr Martinique (Frak.) til Grenada eita Guloyggjar. Nógvir oyggjaflokkar eru komnir av gosum.

Karibiaoyggjar

rætta

Sí eisini

rætta
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið