[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/

Idaho (enskt: State of Idaho) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 1,5 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boise. Í norðri hevur Idaho mark við Kanada (British Columbia), í eystri við Montana og Wyoming, í suðri við Utah og Wyoming, og í vestri við Washington og Oregon. Í 1890 bleiv Idaho stakríki í USA.

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Boise
Størsti býur: Boise
Innlimað: 3. juli 1890
Guvernørur: C.L. "Butch" Otter (R)
Vídd: 216,446 km²
Íbúgvar (2011): 1 567 582
fyri km²: 7.2/km²
Tíðarzona: UTC -8 / -7 / -6
Heimasíða: www.idaho.gov

Eyknevni er Gimsteinstaturin (Enskt: The Gem State).

Landalæra

rætta

Náttúra

rætta
 
Visundar í Yellowstoneparkini. Tætt við er stór heit goskelda.

Eystast móti fjøllunum ganga stór fylgi av neytum, hetta eru kjøteyt, og eru tey hálvvill. Fyrr høvdu teir menn á rossbaki at ansa eftir teimum. Har er eisini nógv til av seyði og rossum. Landslagið í Klettafjøllum í Eystur-Idaho er sera vakurt, og summastaðni hava teir friðað stórar víddir, so har má ikki mannahond koma at. Her kanst tú síggja brøtt fjøll, gjáir, dimmar, líðir, vøkur vatn, har tað yður av sílum, sum tú kanst fiska, heitar goskeldur, risatrø og ikki at gloyma - spakar visundar og bjarnir.

Á hesum friðaða landi gongur nøgd av dýrum, sum sjálvsagt eisini eru friðað. Har eru bjarnir, bævrar, vísundar, o.o. Gitnasta av hesum parkunum, teir kalla, er Yellowstone National Park, sum er størri enn Sæland. Til at gera tað meira atkomiligt hava teir lagt bilvegir gjøgnum parkirnar og bygt gistingarhús í teimum.

Sí eisini

rætta
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið