[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/

Dýr ella djór (frøðiheiti - Animalia ella Metazoa) er ein bólkur av fleirkyknu lívverum, sum kunna røra seg runt. Dýr er eitt av teimun lívfrøðiligu ríkinum. Flestu livandi verur eru dýr. Vísindafólk halda, at til eru umleið 10 mió sløg. Dýrini eru ymisk, frá teimum smæstu, einføldu verunum, ið líkjast ørsmáum slímklattum, til tær størstu ránsdýr. Øll dýr eru skipað í fleiri bólkar. Tindasvín eru t.d. í tí bólkinum, ið livir av skordýrum. Men tað er eisini í einum undirbólki av súgdýrum innan súgdýraflokkin. Øll sugdýr eru síðan í ryggdýrabólkinum.

How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Dýr

Frøðilig flokking
Domain: Eukaryota
(unranked) Opisthokonta
Ríki: Animalia (Dýr)
Linnaeus, 1758

Dýr er livandi skapningur, sum etur, flytur seg og nørist. Tað sansar alt uttan um seg við tevi, kenslu, sjón, hoyrn og smakki. Livumfarið hjá einum dýri er, at tað verður borið í heim, veksur, verður kynsbúgvið, nørist og doyr. Tað etur, so kroppurin mennist og búnast. Føðin gevur dýrunum orku at flyta seg úr stað. Bara fáir dýrabólkar flyta seg ongantíð, til dømis standa soppar festir á steinum alt lívið. Bara ein lítil partur av øllum dýrasløgum, ið hava livað á jørðini, er til nú á døgum. Óteljandi sløg, líka frá stóru eðlunum til drontarnar, eru útdeyð. Nógv dýr, sum t.d. fílar og tikarar, eru í stórum vanda at doyggja út.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið