[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/
República del Ecuador
Flagg Tjóðveldið Ekvador
(Flagg Tjóðveldið Ekvador)
Skjaldarmerki Tjóðveldið Ekvador
(Skjaldarmerki Tjóðveldið Ekvador)
Tjóðarslagorð: "Dios, patria y libertad"
Tjóðsangur: "Salve, Oh Patria"
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Quito
Forseti Daniel Noboa
Varaforseti Verónica Abad Rojas
Fullveldi 16. februar 1830
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
283 561 km²
5,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
17 483 326
69/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari (USD)
Tíðarøki UTC
Økisnavn á alnetinum .ec
Telefonkota +593

Tjóðveldið Ekvador (upprunaheiti: República del Ecuador) er eitt land í Suðuramerika. Í norðri hevur Ekvador mark við Kolumbia, í vestri við Kyrrahav, og í suðri við Perú. Til Ekvador hoyra eisini Galapagosoyggjar, tær eru 1.000 km úti í Kyrrahavi. Fólkið í Ekvador er nógv blandað, tíggjundaparturin er hvítur, hitt eru mesitzar, blámenn og indiánar. Tó at hvítu eru so lítil partur av fólkinum, sita teir kortini við ræði, og stýrislagið er tað sama sum í hinum londunum í Suðuramerika.

Bruttotjóðarúrdrátturin fyri hvønn íbúgva: 3 300 USA dollarar (17 000 DDK) [1].

Landið eitur eftir miðkringi, sum verður nevndur "ekvador" á fremmandum málum.

Áðrenn spaniólar komu

rætta

Í árinum 1400 e.Kr. tóku inkarnir landaøkið. Aymaraindiánar vórðu limaðir í stóra inkraríkið, Tawantinsuyo, sum í stórveldstíð síni rakk frá Kili í suðri til Ekvador í norðri. Politiski og samfelagsligi bygnaðurin hjá inkum og aymarum var sera líkur. Aymarar vóru einastu av mongum fólkasløgum, ið inkar tóku, ið varðveittu mál sítt og politiskan bygnað.

Spanska hertøkan

rætta

Tað, at evropearar funnu Ekvador, bar í sær spanska hertøku og harðan ágang á fólkið har. Í allari hjálandatíðini var ræði kirkjunnar ovurstórt. Kirkjan legði undir seg stór jarðarlendi og eisini indiánska arbeiðsmegi, og hon gekk undan í tøku av jørð. Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Ekvador, vóru 90 % av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis meslingar og pokur [2].

Politikkur

rætta
 
Kirkja í Quito.

Politiska støðan

rætta

Nógv umhvørvisstríðsfólk hava fingið deyðshóttanir og eru álopin av vápnaðum monnum, í nøkrum førum av vápnaðum herliðum. Tíðliga í 2008 bleiv ein bólkur handtikin og ákærdur fyri atsóknir og harðskap móti vápnaðu herliðunum, men øll vórðu seinni latin leys orsakað av vantandi prógvum.

Esther Landetta hevur verið oddakvinna í tveimum bólkum, sum stríðast fyri at verja áirnar Gala, Chiko, Tenguel og ánna Siete í Guayas-landspartinum við at skjalprógva og almannakunngera dálkingina av hesum áum [3]. Landetta er eisini limur av einum kvinnubólki fyri mannarættindi - Women Defenders of the Pachamama Front. Landetta, sum er leiðandi limur av tveimum felagsskapum, sum finnast at óregluligum minuvirksemi, ið hótta heilsuna og vinnumøguleikarnar hjá fólki á staðnum, hevur orsakað av deyðshóttanum verið noydd at goyma seg saman við børnum sínum.

Orsakað av hesum hava myndugleikar á staðnum byrjað kanningar av m.a. dálking, sum námsrakstur hevur havt á áirnar í apríl í 2008. Síðani tá hevur Landetta verið fyri grovum hóttanum og eini deyðshóttan 12. juli í 2008. Hon hevur søkt um almenna verju.

Landafrøði

rætta
 
Oyggjasamfelagið Galapagos liggur vestur úr Ekvador. Á hesum oyggjum leitaði Charles Darwin eftir verum við gomlum uppruna.
 
Landið liggur vestur ímóti Kyrrahavi og er ikki so lítið sammett við evropeisk lond; 283,561 km2 til víddar (t.e. størri enn Stóra Bretland) við skýhøgum Andesfjøllum mitt í og slættlendi báðumegin.

Ekvador er lítið land í Suðuramerika, og landslagið er ógvulig fjølbroytt. Á eini ferð bara 200 km. inni í landinum fert tú úr láglendinum við strondina, har nógv avfall er, upp í kalda hálendið í Andesfjøllum og oman aftur í tropiskar regnskógir eystan fyri fjøllini. Fram við strondini eru mýrar, har vaksa mangrovutrø, sum tola sjógv. Hetta gróðrarlendið gagnar fólkinum væl, úr mangrovutrøunum fæst viður til brenni og byggitilfar, og fiskur, krabbadýr og skeljafiskur, ið liva her, eru týdningarmikil føði hjá fólkinum.

Høvuðsstaðurin eitur Quito, hann er beint undir ekvator (miðkring), men av tí hann stendur so høgt, 2850 m. yvir havinum, kennist veðurlagið rættiliga svalligt. Í býnum møtast nýggja og gamla tíðin. Nógv av húsunum eru elligomul, og vegirnar eru krókutir og smalir, men har koyra bussar, bilar og sporvognar, og tey sum hava ráð hava somu hentleikar sum fólk á okkara leið. Størsta skipahavnin eitur Gayaquil, har verður meginparturin av tí, landið hevur at selja, fermdur.

Galapagosoyggjar

rætta

Langt úti (umleið 1000 km.) í vesturi í Kyrrahavi eigur Ekvador nakrar oyggjar, sum nevnast Galapagosoyggjar. Har er eitt so óføra stórt skjaldbøkuslag. Tær størstu kunnu viga upp í 500 kg., og summar verða 400 ára gamlar. Ovurhonds stóra skriðdjórið hevur verið illa fyri, tí sjófólk hevur havt hund, rottu og onnur djór við sær á Galapagosoyggjarnar, eystarlaga í Kyrrahavi. Hon er nú alfriðað. UNESCO hevur koyrt Galapagos á listan yvir støð í vanda fyri umhvørvisoyðilegging.

Gosfjøll

rætta

Í Ekvador eru fýra kendar gosfjallarøðir, sum allar eru partur í Andesfjøllum. Minst tíggju fjøll í hesum røðum goysa enn. Eitt hitt kendasta er Cotopaksifjall, tað er 5897 metrar høgt og er ímillum hægstu gosfjøll í heiminum. Seinast, tað goysti, var í 2010 [4].

Búskapur

rætta
 

Ídnaður

rætta

Nógv olja og gass eru í Ekvador, og næstan helvtin av útflutningsvirðinum er av hesari vinnu.

Landbúnaður

rætta

Fyrst í 1980-árunum bygdi búskapurin í Ekvador á tríggjar landbúnaðarvørur - kakao, kaffi og bananir. Nú er vinnuvegurin ikki so eintáttaður longur, men enn arbeiðir ein triðingur av fólkinum í landbúnaðinum.

Fiskiskapur

rætta

Fiskivinna er týðandi vinnuvegur, mest verður veitt av sardinum, rækjum og tunfiski. Rættiliga nýggj útflutningsvøra eru nývaksnar blómur, til dømis nelikar, rósur og statisur, ið verða fluttar út til Evropa og USA. Rækjur eru vorðnar týðandi útflutningsvøra, og stórar rækjualistøðir hava veitt túsundtals fólki arbeiði. Men vansin við alingini er, at hon fer illa við viðbrekna mangrovulendinum.

Panamahattur

rætta

Kendi panamahatturin hevur ongantíð verið gjørdur í Panama. Hann er úr Ekvador, men var í fyrstuni gjørdur sum søluvøra til Panama, av tí er navnið komið. Tríggjar mánaðir varir tað at gera ein fyrsta floks hatt [5].

Fólkið

rætta
 
Børn í eini bygd í Eysturekvador.

Fólkið kann býtast í tríggjar høvuðsflokkar - upprunaliga indiánska fólkið, efitkomarar hjá evropeiskum niðursetufólki og fólk av ymiskum uppruna (mestizar). Í seinni árunum hava teir lagt vegir um Suður- og Norðuramerika, og fleiri av hesum vegunum ganga um Ekvador. Annars er tað líka vanligt ella vanligari, at fólk í Ekvador ferðast við flogfari enn við bili ella toki.

Upprunafólkið

rætta

Upprunafólkið í Ekvador er indiánar. Nú eru fjarskotnir og fáir ættflokkar eftir, sum liva eins og fedrar teirra gjørdu.

Á skógunum á eystursíðuni á Andesfjøllunum livir eitt indiánafólk, sum kallast jivaroindiánar. Teir hava verið grummir av skapi, og hini indiánafólkini hava ræðst teir. Sum vápn brúktu teir blásirør og nálir við eitrandi oddi. Høvdini av teimum, teir drupu, turkaðu teir og viðgjørdu, so tey vóru sum stór dukkuhøvd, teyggjaðu tey so upp undir beltið sum sjónligt prógv um, hvat dugur var í manninum [6].

Í býnum Otavalo, høgt uppi í Andesfjøllum, býr tað indiánska fólkið, ið er eina best fyri í Suðuramerika. Otavaloar veva teppi, regnkápur, nevndar ponchoir, máttur og mangt annað, sum teir selja ferðafólki og flyta út til alt Evropa, USA og Suðuramerika. Eftirspuringurin eftir hesum vovnu vørum er so mikil, at nú verður nógv hópvirkað, og teir nýta tilgjørdan tráð, tilgjørt litevni og maskinvevar. Inntøkurnar hava við sær, at otavaloindiánarnir kunnu verja mentan sína og liva, sum teir hava gjørt leingi. Ferðafólki dámar so væl marknaðin í Otavalo, at hann nú er á øllum fimm torgunum í miðbýnum [7].

Átrúnaður

rætta

Ekvador er eitt katólskt land, men hevur ikki altíð verið tað [8]. Hóast Ekvador er katólskt land, eru gamlir átrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir.

Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta
  1. http://snl.no/Ecuador/n%C3%A6ringsliv
  2. http://www.centerforabetterlife.com/eng/magazine/article_detail.lasso?id=100
  3. http://www.amnesty.org/en/library/asset/AMR28/002/2008/en/47763cbe-a1b0-11dd-aa42-d973b735d92e/amr280022008eng.pdf
  4. http://aktuelt.dev.mashema.com/grein/eldgos_i_ekvador_og_guatemala[deyð leinkja]
  5. "Archive copy". http://hubpages.com/hub/Panama-Hats. Heintað 2011-07-01. 
  6. http://www.head-hunter.com/jivaro.html
  7. "Archive copy". http://gosouthamerica.about.com/cs/southamerica/a/EcuOtavalo.htm. Heintað 2011-07-01. 
  8. "Archive copy". http://www.sim.org/index.php/country/EC. Heintað 2011-07-01.