[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Nicola Sturgeon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nicola Sturgeon

Nicola Sturgeon (fødd 19. juli 1970 í Irvine í North Ayrshire) er skotskur politikari og fyrrverandi fyrstiráðharri í skotsku stjórnini.

Hon hevur verið limir í skotska lóggávutinginum síðani 1999 og skotsku stjórnini síðani 2007, har hon hevur staðið á odda fyri ymiskum embætum.[1]

Síðan 14. november 2014 hevur hon verið forkvinna í skotska loysingarflokkinum SNP (Scottish National Party).[2][1] Tann 20. november 2014 gjørdist hon fimti fyrstiráðharrin í Skotlandi.[3]

Eftir at hava verið í sessinum sum forkvinna í SNP-flokkinum og sum fyrstiráðharri Skotlands í næstan átta og eitt hálvt ár, kunngjørdi hon á tíðindafundi í februar mánaði í 2023, at hon gevst sum bæði fyrstiráðharri í Skotlandi og sum forkvinna í SNP. Hon verður tó í sessinum sum fyrstiráðharri Skotlands, til ein avloysari er funnin.[1]

Seint í mars tók 37 ára gamli skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, við eftir Nicolu Sturgeon. Hann varð valdur bæði til formann í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og til fyrstaráðharra í Skotlandi.[4]

Fyrst í apríl mánaði í 2023 varð maður Nicolu Sturgeon, Peter Murrell, handtikin í sambandi við fíggjarviðurskifti hjá skotska tjóðskaparflokkinum SNP. Tann 58 ára gamli Murrell hevur starvast í umsitingini í SNP.[5]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]