[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Haarlem

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg
Grunddáta
Land: Niðurlond
Vídd: 32,09 km²
Íbúgvar (2013): 155 000
fyri km²: 5 305/km²
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: haarlem.nl

Haarlem er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum.

Haarlem liggur við Spaarne-ánna. Býurin varð mest sannlíkt stovnaður í 900-talinum og fekk keypstaðarrættindi í 1245.

Í býnum er eitt nú tað elsta almenna forngripasavnið í Niðurlondum, Teylers-savnið. Býurin er eisini kendur fyri Sankta Bavo Kirkjuna (Sint-Bavokerk) og Frans Hals Savnið, sum er eitt savn fyri list frá tí niðurlendska gullaldrinum.

Haarlem jarnbreytastøðin er tann elsti bygningurin av jarnbreytabygningum í Niðurlondum.

Sunnanfyri býin liggur heimsins størsta blómupark, Keukenhof.

Býarparturin Harlem í New York er uppkallaður eftir hesum niðurlendska býnum.

Haarlem


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið