[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Kalsoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kalsoy
Landafrøði

Vídd 30,87 km²
Vatn 0,0 %

Umsiting
Land  Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 95 (2014)
Íbúgvatættleiki 4,8 /km²

Kalsoy er ein long og smøl oyggj, sum eisini er tann vestasta av teimum seks Norðuroyggjum. Til víddar er hon 31 ferkilometrar, og vegasamband og fýra tunlar gera tað koyrandi millum allar bygdirnar. Hon hevur 4 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunlum. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um Kópakonuna í Mikladali. Í Kalsoy er bert ein kommuna, sum er Húsa kommunu, ið fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal. Áður var eisini Mikladals kommuna, sum fevndi um bygdirnar Mikladal og Trøllanes, men hesar bygdir eru nú partar av Klaksvíkar kommunu. Í teimum fýra bygdunum búgva tilsamans 95 fólk, harav búgva 62 fólk í Húsa kommunu, 48 á Húsum og 14 á Syðradali, 53 fólk búgva í Mikladali og 24 á Trøllanesi.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Kallsoyggin er ein smøl norð- suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. Norðantil, serliga vestursíðan, er høgt berg, men longur suðuri lækkar bergið og verður til brattar líðir og skorar, undirhagin er lítil á verstursíðuni. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður ein kemur. Nestindar (788 m.) eru hægsta fjall á Kalsoynni. Næsthægsta fjallið er Botnstindur, sum er 743 m. høgt.

Navnið hevur Kalsoy eftir Kallinum, sum var drangur norðast á oynni.

Djóra og plantulív

[rætta | rætta wikitekst]

Á Kallsoynni er nógvur haga/landfuglur. Norðantil er nógvur bjargafuglur. Haran er einasta villini súgdjórið á oynni, og hvørki mýs ella rottur finnast, hóast rotta finst á øllum grannaoyggjunum.

Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar plantur finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni. Kalsoyggin er einasta oyggin Føroyum, har tað er staðfest at øll fýra sløgini av føroyskum píli vaksa .

Bygdirnar, ið allar liggja á eystursíðuni á oynni, eita Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes. Fyrr var eisini bygdin Blankskáli á vestursíðuni á oynni, men eftir ógvusligt skalvalop í 1809 flutti alt fólkið haðani og búsettist í Syðradali í staðin.

Vinnuvegir

[rætta | rætta wikitekst]

Kalsoy er eitt landbúnaðarøki; tey flestu ársverkini eru í landbúnaðinum, harnæst kemur arbeiðið á Smoltstøðini í Knúksdali. Onnur ársverk eru fraktkoyring, busskoyring og læraravstarvið. Parttíðarstørv eru í landbúnaðinum, hjá landsverkfrøðinginum, í handlinum, postútbering, heimahjálp, ein smiður, lastbilakoyring og nakrir eru sjómenn. Nøkur hava sítt dagliga yrki í Klaksvík og aðrastaðnis, onkur av hesum ferðast til arbeiðis og aftur, hvønn dag. Ferðavinnan er við at fáa fótin fastan, og virksemi hjá Sp/f Viljanum fevnur um mat og túrar í oynni. Smiðjan hjá Mikkjal á Trøllanesi er eisini eitt handverk- og ferðavinnutiltak, umframt onnur ferðavinnutiltøk sum eru ávegis. Síðani tunlarnir komu á oynni og lunnar vóru lagdir fyri góðum ferðasambandi, er virksemi økt.

Nógv seyðahald er í oynni, og í Mikladals kommunu er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40-50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á Trøllanesi. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í Klaksvík, og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunlum. Tað eru fýra tunlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í Knúksdali millum Húsar og Syðradal, og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið.

Kend fólk

[rætta | rætta wikitekst]
Vestursíðan av oynni.
  • Hans Jákup Glerfoss úr Mikladali (f. 1937) er yrkjari og listamálari. Hann málar serliga litirnar upp ímóti tí gráa og svarta. Listaverkini hjá Hans Jákupi eru ofta lýsingar av fólki og figurbólkum við blýanti, penni og tushpensli.
  • Gunnleivur Glerfoss úr Mikladali (1948-91) var fittur í hondunum og hegnismaður. Umframt sítt handverk gjørdi hann eisini nógv við at mála og tekna. Eftir Gunnleiv finnast nógvar tekningar og málningar kring landið.
  • Hans Hansen úr Mikladali (1920-1970) var nógv bundin at heimbygdini, landslagnum og fólkinum har. Hans gekk eisini nýggjar leiðir innan málningalist, hann kunnaði seg m.a. um mosaik- og frescoteknikk. Íblásturin frá frescomálningum sæst aftur í hansara oljumálningum.
  • Fridtjof Joensen úr Mikladali (1920-1988) var maskinmeistari og í mong ár við fiskiskipi. Í frítíðini gjørdi hann træskurðir. Sum 47 ára gamal fór hann á myndahøggaraskúla í Danmark. Umframt træ nýtti Fridtjof eisini tilfar sum jarn, kopar, stál og aluminium. Standmyndir, sum Fridtjof hevur evnað til, standa í nógvum bygdum og býum kring landið.
  • Poulina Joensen úr Mikladali (1921-1996) er kend fyri sínar naturalistisku málningar í ljósum, klárum litum. Hon gjørdi eisini blýantstekningar og málaði nógv á postalín.
  • Eliesar í Pálsstovu (1880-1957) var hegnismaður. Hann málaði, teknaði og gjørdi træskurðir. Hann var eisini kendur fyri sínar glaseringar (mála áringar á vegg). Listaverk hjá Eliesari eru at síggja í nógvum heimum, umframt á apotekinum á Fornminnasavninum í Klaksvík, har hann millum onnur hevur prýtt veggin við myndum.
  • Absalon Guttormsen av Trøllanesi (1830-1902) var hegnismaður og kendur fyri at vera framburðssinnaður og skapandi. Hann var, umframt at vera smiður, lærari, bóndi og tingmaður, eisini fotografur. Fleiri av myndum hansara eru í Kalsoynni og á Fornminnasavninum í Klaksvík.
  • Johanna Mathea Skaale av Trøllanesi (1906- 2007) búsettist í Tórshavn, men hon var fødd og uppvaksin á Trøllanesi. Hon var kend fyri sítt hegni, serliga at seyma og evna pløgg til. Eitt tíðarskeið seymaði Johanna Mathea m.a. fyri tey fínu í Keypmannahavn: hon var við til at seyma kjólan hjá Alexandrinu drotning, ommu Margretu, sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna hjá Fríðriki og Ingrid í 1934.
  • Katrina á Trøllanesi var eitt umboð fyri mentanina á Trøllanesi; hon umboðaði handalagið og hegnið, sum framvegis er eitt eyðkenni fyri tey í Útistovu. Hon gav út bók um plantuliting, sum var hennara serfrøði úr heimbygdini. Í 1973 fekk hon Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hesa virðisløn fekk hon fyri bókina Plantuliting. “Bókin er bæði eitt hent upplýsingarverk og lívsverkið hjá einari ídnari og kønari kvinnu. Vit hava ikki ivast í at lata høvundin fáa virðisløn fyri hetta verkið”, stendur m.a. í lýsingini av virðislønini. Hon var av ídnastu loysingarfólkum.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið