[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Fjaðragrúkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fjaðragrúkur (frøðiheiti: Coryphoblennius galerita) er í ætt við tarabrosmu og heldur vanliga til í taraskóginum út á umleið 20 m. dýpi. Hann verður umleið 20 cm langur og hevur eyðkendar reyðgular fjaðrar millum eyguni og aftur móti ryggfjøðurini. Eyðkendu fjaðrarnar verða eyka stórar um heystið, beint áðrenn fiskarnir gýta. Serliga hjá eldru kallfiskunum kunnu fjaðrarnir gerast so langar, at teir hanga niður við síðuna á fiskinum. Fjaðragrúkur heldur mest til millum steinar og í sprungum í klettum, har hann liggur og hvílur á botni. Fjaðragrúkur er staðfastur og ofta liva pør saman í somu klettasprungu í fleiri ár. Fjaðragrúkur etur ymisk ryggleys dýr t.d. smá krabbadýr, lindýr og bustmaðkar.