[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Búskapur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Búskapur (Búskaparfrøði) er hvussu eitt land nýtir tilfeingi sítt, hvussu tað virkar og býtir vørur sínar og skipar og veitir tænastur sínar. Oftast definera sum eitt sosialt øki ið umfevnir breitt tilfarisliða framleiðslu, nýtslu og umsiting av avmarkaðum tilfeingi.

Búskaparligir umboðar eru einstaklingar, fyritøkur, feløg ella stjórnir. Eitt handilstiltak er tá ið tveir bólkar (ella einstaklingar) vera samdir um prís ella viðri á tíð ognarluti ella tænastu verur handla við, sum oftast er tann prísurin uppgivin í einum valuta(T.d Króna). Men, peningahandil er vanligt bara ein lítil partur av tí búskaparliga økinum.

Tvey tey mest nenvdu yrkisorðini ið vera nýtt innan búskap eru útboð og eftirspurningur, útboð er hvussu nógv av einum tilfeingi ella vøru er til á marknaðinum, og eftirspurningur er hvussu nógv av tíð tilfeinginum ella vøruni fólk vilja keypa, um har er meira útboð enn eftirspurningur hevur tað við sær at prísir lækka, um eftirspurningurin er hægri enn útboði so hevur tað við sær at prísir hækka. Allar vørur og allur tilfeingi hevur bæði útboð og eftirspurning, og allar vørur hava ymiskar mongdir av báðum, onkrar vørur ávirka útboð og eftirspurning hjá hvørjum øðrum, til dømis verður jarn brúkt til at gera stál, so um jarn úboði lækkar hevur tað vanligt við sær at stál útboði eisini lækkar. Ella um útboði hjá Coca Cola lækkar so veksur allarhelst eftirspurningur eftir Pepsi ella Jolly, tí tær vørurnar fylla somu nýtslu hjá marknaðinum.

Stórsta kjaki innan búskapin er um ymisk ting skullu hoyra til tað almenna ella tað privata, í føroyum eru summi sum halda at SEV skal vera privat heldur enn alment, og onkur heldur at vit skullu gera fiskivinnuna almenna.

Har eru fleiri Búskaparligir flokkar sum hava ymsar hugsjónir um hvussu ein búskapur skal haldast.



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið