[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Hústrú og bóndi

Frá Wikiheimild

Unknown author. Johan Henrik Schrøter recorded it in 1825.

1.
Árla var um morgunin,
høsnini tóku at gala,
hústrú vekir upp bónda sín,
biður hann fara at mala.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl.


2.
Tað var Jógvan stolti,
snippar og hann grætur:
"Skamm fái tíni høsn,
ið tíðliga gala um nætur.

3.
Annað havi eg heimi at gera,
ganga burtur um haga,
røkta kýr og baka teim
og strúka teim um maga.

4.
Annað havi eg heimi at gera
enn ganga burtur á fjalli,
røkta kýrog baka teim,
og tita niðan úr hjalli.

5.
Bádi havi eg kirnað,
og feiað havi eg hús,
statt nú upp kæra hústrú mín,
og nú gerst dagurin ljús!

6.
Bádi havi eg kirnað,
og so havi eg kæst,
øll míni húsini
tey standa afturlæst."

7.
Aldri er so veðrið ilt,
tað regnar undir vegg,
Jógvan nú gongur at hyggja at,
nú høsnini hava egg.

8.
Úti standa grannar hans,
halda sær at gaman,
Jógvan gongur um allan bøin,
jagar høsnini saman.

9.
Úti standa grannar hans,
halda sær at gleim,
Jógvan gongur um allan bøin,
jaktar høsnini heim.

10.
Jógvan leyp í skarndíkið,
hálsin mundi hann brotið:
"Skamm fái tú, reyða toppa,
tað mundi eg av tær notið!"

11.
Inn kemur Jógvan stolti,
riðar á sínum beinum:
"Øll so hava høsnini vorpið
uttan reyða toppan eina."

12.
Inn kemur hon reyða toppan,
vimpar við sínum veli:
"Eymur skalt tú eta tað egg,
eg verpi tær í degi,"

13.
Jógvan gár til grannkonu sína:
"Selj mær tey egg, tú hevur,
vilt tú ikki trygva mær,
eg seti mína hond í veður."

14.
"Gakk tú tær á oksabás,
har liggja eggini sjey,
eymur skal tín ryggur verða,
tekur tú meiri enn tvey!"

15.
Tað var Jógvan stolti,
skuldi taka tvey,
tá kom á hann sjálvti,
hann molaði eggini sjey.

16.
Tað var Jógvan stolti,
skuldi taka salt,
hann reiv niður eitt sóttræ,
spilti so smørið alt.

17.
Hoyr tað, Jógvan stolti,
tvá tú mær um tær,
kemur tú nakað longri upp,
so liggur tær rísið nær.

18.
Opnar skalt tú dyrnar halda,
meðan eg gangi inn,
kemur dusm í høvdið á mær,
so geldur ryggur tín."

19.
Hon sló hann úr ánni,
haðan oman í garð,
har kom prestur gangandi,
og møtti hann honum har.

20.
Tað var Jógvan stolti,
snippar og hann grætur,
tá kom prestur gangandi,
spyr, hví hann so lætur.

21.
"Eg eigi mær eina ónda konu,
eg kann ikki ráða við henni,
prestur, tak tú maltið og saltið,
les mær yvir henni."

22.
Presturin tók við malti og salti,
skuldi lesa yvir henni,
hon tók upp ein eikiklepp,
hon sipaði prestin í ennið.

23.
Hon tók upp tann eikiklepp,
dró hann fram við síðu,
tað var eingin av kongsins monnum,
móti henni tordi at stríða.

Keldur

[rætta]