[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/

Franklin D. Roosevelt

Franklin Delano Roosevelt (føddur 30. januar 1882 í New York – deyður 12. apríl 1945 í Georgia) var 32. forseti í Sambandsríki Amerika. Roosevelt varð afturvaldur í 1936, í 1940 og aftur í 1944. Roosecelt doyði 12. apríl 1945 í Georgia. Nakað eftir deyða hansara var tann reglan samtykt, at eingin forseti mátti sita longur enn tvey valskeið. Hetta varð gjørt til tess at tryggja, at eingin forseti gjørdist so sterkur, at hann fekk ov nógv vald á Kongressini og stakríkjamyndugleikunum.

Franklin D. Roosevelt
Franklin D. Roosevelt í 1933
Føddur 30. januar 1882
New York Hyde Park, New York
USA USA
Doyði 12. apríl 1945
Georgia (U.S. state) Warm Springs, Georgia
USA USA
Útbúgving Løgfrøði
Yrki Politikari (D)
Trúgv Anglisisma

Á tí síðsta fundinum millum Roosevelt, Winston Churchill og Jósef Stalin komu teir ásamt um at kalla saman til eina ráðstevnu í Kalifornia á vári 1945 við tí endamáli at gera nærri ætlanir um ein altjóðafelagsskap. Á hesi ráðstevnuni, har umboð úr 51 londum luttóku, varð so samtyktin um Sameindu Tjóðirnar viðtikin. Hon kom í gildi tann 24. oktober - tann dagin, sum síðan tá hevur verið hildin um allan heim sum ST-dagurin.

Roosevelt dugdi stak væl at nýta fjølmiðlarnar. Í tiltiknu røðum sínum kom hann á tal við meginpartin av amerikanska fólkinum, og tey stuðlaðu honum dyggiliga.

Bakgrund

rætta
 
Í 1932 var forsetaval í USA. Demokratarnir stillaðu Roosevelt upp sum valevni, og teir vóru vísir í, at teir fóru at sigra.
 
Standmynd í Oslo.

Roosevelt var av múgvandi fólki. Faðirin átti stór landaøki í lutstatinum New York, og drongurin Franklin vaks upp í einum tryggum og eydnuríkum heimi. Foreldrini ferðaðust nógv, og Franklin var ikki meir enn 2 ára gamal, tá ið tey fyrstu ferð høvdu hann við sær til Evropa. Sum ungur sigldi hann um Atlantshavið nógvar ferðir, so hann kom at kenna evropeisk viðurskifti væl. Sína fyrstu skúlaundirvísing fekk hann heima av heimalærarum. Hann varð ikki sendur í vanligan skúla, fyrr enn hann var 14 ára gamal. Tá ið hann hevði lokið sína skúlagongd, fór hann undir at lesa løgfrøði og fekk seinni starv í einari sakførafyritøku.

Í 1920 - 28 ára gamal - fór hann upp í politikk. Hann læt seg stilla upp sum valevni til lóggávutingið, Senatið, í statinum New York. Í 1912 varð heitt á hann um at koma upp í stjórnina sum varaflotamálaráðharri, og hann tók beinanvegin av. Hetta starvið hevði hann í 7 ár. Eftir at hann var farin úr tí krevjandi embætinum í stjórnini, tók hann aftur upp starvið sum sakførari. Roosevelt læt seg stilla upp sum valevni til guvernør, t.v.s. ovasta leiðara, í lutstatinum New York. Ágrýtin fór hann upp í valstríðið, og í 1928 varð hann valdur í tað starvið. Millum annað fekk hann viðtikið, at New York sum tann fyrsti lutstaturin veitti almennan stuðul til arbeiðsleys.

Í 1929 kom stóra skrædlið á Wall Street, sum førdi til enn eina heimsumfatandi fíggjarkreppu, sum helt sær langt upp í tríatiárini. Hon byrjaði sum eitt skrædl á børsinum í New York, tí staðnum, har keyp og søla av virðisbrøvum fór fram. Knappliga fór virðið á brøvunum at falla. Skrædlið á børsinum fekk lagnutungar avleiðingar fyri alt tað amerikanska samfelagið. Vøruprísirnir lækkaðu. Hetta komu teir, ið framleiddu vørurnar, at svíða fyri, og nógvar verksmiðjur og aðrar fyritøkur noyddust at siga arbeiðsmonnunum upp og lata eftur. Eftir einum ári vaks talið á arbeiðsleysum frá tveimum milliónum til uml. 14. Lønirnar hjá teimum, ið høvdu arbeiði, lækkaðu niður í triðing av tí, tær høvdu verið frammanundan. Stórur partur av tí amerikanska fólkinum smokkaði niður í neyð og fátækdømi. Slík var støðan, tá ið Roosevelt gjørdist forseti í USA. Hann stillaði upp til forsetavalið og lovaði at gera alt, hann kundi, fyri at vinna á kreppuni. Hann varð valdur til forseta við stórum meiriluta í 1932. Hann var tá fimti ára gamal. Seinni varð hann afturvaldur ikki minni enn tríggjar ferðir í nýggj 4 ára skeið. Slíkt var ikki hent fyrr í søgu USAs.

Roosevelt er einasti forseti, ið hevur sitið í trý forsetaskeið. Tá amerikanski forsetin, Franklin D. Roosevelt, doyði av sjúku tann 12. apríl 1945 var hann júst valdur og svorin í eið sum forseti fyri fjórðu fer. Roosevelt varð valdur í 1932 og afturvaldur í 1936, 1940 og í 1944. Nú ber tað ikki til hjá einum og sama persóni at sita í forsetaembætinum í meiri enn átta ár. Tað vil siga, at metið hjá Roosevelt, sum er 4.422 dagar í Hvítu húsunum, ongantíð fer at verða tikið.

New Deal-politikkur Roosevelts

rætta
 
Tann kendasta av øllum New Deal-fyriskipanunum var tann, ið gongur undir heitinum Tennessee Valley Authority.

Undir valstríðinum hevði hann nýtt rakstrarrópið "New Deal", t.v.s. at kortini skuldu gevast av nýggjum til tess at fáa USA búskaparliga aftur á føtur. "New Deal"-politikkur hansara eydnaðist bara fyri ein part, tí hann fekk ikki vent gongdini av álvara, men hann fekk gjørt tað, at kreppan ikki vaks. Tað var ikki fyrr enn ímóti endanum av 1930-árunum, at amerikanski búskapurin rættiliga fór í gongd aftur, og tá var tað hernaðardubbingin, ið beindi fyri arbeiðsloysinum.

Hesi tiltøk gjørdu, at Rooseveltstjórnin kom í hornatøkur við amerikanska hægstarættin, sum í 1935 gjørdi úrskurð, ið segði, at fleiri av tiltøkunum hjá Rooseveltstjórnini vóru ikki í samstarvi við stýrisskipanina, men tá ið Roosevelt varð afturvaldur í 1936, fjaraði mótstøðan burtur.

Roosevelt setti hesi tiltøk í verk fyri at basa arbeiðsloysinum:

  • Nýggjar landbúnaðarlógir vórðu settar í gildi, sum góvu bóndunum stuðul at minka um dyrkilendið til tess at minka um ovurframleiðsluna, sum skuldu hava við sær, at prísurin á landbúnaðarvørum hækkaði.
  • Dollarin varð niðurskrivaður, soleiðis at amerikanskar vørur gjørdust bíligari á heimsmarknaðinum, og ávis inflatión var sett í verk, sum skuldi hjálpa til at fáa vinnutólini í gongd aftur.
  • Stór almenn arbeiði vórðu sett í verk.
  • Yrkisfeløgini fingu óskerdan rætt sjálvi at gera sáttmálar við arbeiðsgevararnar, og úrslitið varð, at loft varð lagt á arbeiðstíðina (40 tíma vika), og gólv varð lagt undir arbeiðslønina - minstaløn.
  • Bankakervið, ið var meint rakt av kreppuni, varð endurskipað. Bankar, ið vóru farnir á heysin, sluppu ikki at lata uppaftur, og hinir bankarnir fingu ríkisveðhald, soleiðis at fólk ikki høvdu fyri neyðini at bera ótta fyri, at tann peningur, ið tey høvdu standandi í bankunum, var í vanda.

Keldur

rætta


Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið