[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Plymouth (Massachusetts)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Plymouth, Massachusetts
Skjøldur Flagg
Kort
Grunddáta
Land: USA
Stakríki: Massachusetts
Grundlagdur: 1620
Vídd: 5,797 km² (2.2 sq mi)
Íbúgvar (2020): 7.198[1]
Heimasíða: www.plymouth-ma.gov

Plymouth er ein býur í amerikanska stakríkinum Massachusetts.

Býurin liggur á eysturstrondini og í víkini, sum kallast Plymouth Bay. Tað er í landsynningsparti av stakríkinum, góðir 60 kilometrar í ein landsynning úr høvuðsstaðnum Boston, ið er størsti býur í Massachusetts.

Í 2020 búðu fleiri enn sjey túsund fólk í Plymouth.[2]

Býurin varð grundlagdur í 1620 og er elsti býur í Nýonglandi. Hann er uppkallaður eftir Plymouth í Devonshire í Onglandi.

Pílagrímarnir

[rætta | rætta wikitekst]

Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipinum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts.

Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plymouthlundin (Plimoth Plantation). Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg.

Reinleikabrøðurnir

[rætta | rætta wikitekst]

Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636.

Í 1621 varð Thanksgiving Day (takkargerð til Guds) fyri fyrstu ferð hátiðarhildin í Plymouth.

Í 1824 opnaði Pilgrim Hall Museum í Plymouth, ið er tað elsta almenna savnið í USA.

Í 1889 varð standmyndin ið er minnsvarði til minnis um pílagrímarnar (Monument to the Forefathers), avdúkað. Standmyndin úr granitti er 25 metrar høg.

Kend fólk

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 41°57′14″N 70°39′31″W / 41.95389°N 70.65861°W / 41.95389; -70.65861

  1. Plymouth, Massachusetts Population 2023, worldpopulationreview.com
  2. Plymouth Center: census-designated place: USA: Plymouth, Massachusetts, citypopulation.de
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana