[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Alkohol

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eitt alkohol er, í evnafrøðiligum høpi, eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri hydroxybólkum (-OH). Rúsandi løgurin vit vanliga nevna alkohol eitur í evnafrøði ethanol (sí mynd). Alkoholir verða nevnd við endingini -ol ella, um aðrir hægri raðfestir bólkar eru í mýlinum, við hydroxy-. Eitt mýl við einum hydroxybólki bundnum til ein benzenring kallast ein phenol og verður ikki roknað sum eitt alkohol.

Alkoholir verða deild í tríggjar bólkar:

  • Primer alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur hægst eitt annað carbonatom sum nábúgva.
  • Sekunder alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur tvey onnur carbonatom sum nábúgvar.
  • Tertier alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur trý onnur carbonatom sum nábúgvar.


Dømi um nøkur alkohol:

Alkoholir

Framleiðsla

[rætta | rætta wikitekst]

Framleiðsla av alkoholum kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Niðanfyri er ein listi yvir teir mest nýttu.

Reaktiónir

[rætta | rætta wikitekst]

Alkoholir kunnu reagera á óteljandi mátar. Niðanfyri er ein listi yvir nakrar av teimum mestu vanligu reaktiónunum.

  • Oxidatión av einum primerum alkoholi gevur eitt aldehyd ella eina carboxylsýru
  • Oxidatión av einum sekunderum alkoholi gevur eina keton
  • Dehydratión gevur eina alken
  • Nukleofil substitutión av einum halogenidið gevur ein ether

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið