[go: up one dir, main page]
More Web Proxy on the site http://driver.im/Jump to content

Lagos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The printable version is no longer supported and may have rendering errors. Please update your browser bookmarks and please use the default browser print function instead.
Lagos

Lagos er størsti býur í Nigeria, og fyrisitingarligur høvuðsstaður fyri lutstatin við sama navni. Lagos stórbýarøki, Metropoliska Lagos, hevur 16 lokalar eindir (local government areas) við knapt 10.4 milliónum íbúgvum sambært fólkateljingini í 2012. Tað ger Lagos stórbýarøkið til stórbýarøki í Afrika, sum hevur næstflest fólk, næst eftir Kairo, Egyptaland. Lagos var til 1991 eisini høvuðsstaður í Nigeria, men tá gjørdist Abuja høvuðsstaður í landinum. Lagos er tann næstmest týðandi havnarbýurin í Nigeria. Tann týdningarmiklasti vinnulívsmiðdepilin í býnum liggur á främsta Victoria Island. Býurin hevur tann næstskjótasta fólkavøksturin í Afrika og 7. størsta fólkavøksturin í øllum heiminum. Sambært Lagos State Government er fólkatalið í býnum 17,5 milliónir, men hetta talið verður ikki mett at vera rætt av nigeriansku stjórnini og av National Population Commission, sum meta rætta talið at liggja um 21 milliónir, og um tað er rætt, so er Lagos størsti býur í Afrika.

Søga

Lagos var upprunaliga ein yoruba-býur við aworifolkinum og var frá byrjan nevndur Oko. Býurin fekk navnið Lagos frá teimum fyrstu portugisisku niðursetufólkunum, uppkallaður eftir býnum Lagos í Algarve. Millum 1404 og 1889 var býurin ein týðandi miðdepil fyri trælahandilin. Eftir at Stórabretland hevði annekterað býin í 1861 helt trælahandilin uppat. Í 1866 var Lagos lagdur saman við Sierra Leone, og 1874–1886 hoyrdi býurin til krúnkoloniina Gullstrondina. 1886–1906 hevði Lagos egna umsiting, síðan var býurin lagdur saman við Suðurnigeria og gjørdist í 1914 partur av Nigeria. Eftir at Nigeria gjørdist sjálvstøðugt frá Stórabretlandi í 1960 gjørdist býurin høvuðsstaður í Nigeria. Býurin vaks skjótt í 1960-árunum og 1970-árunum. Í 1991 gjørdist Abuja, sum liggur inni í landinum, høvuðsstaður í Nigeria.

Sjálvt um Lagos ikki longri er høvuðsstaður er býurin enn tað óalmenna sæti fyri fleiri statsligar myndugleikar.

Myndir

Keldur

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið